Jóhan mál-amokk í Skanderborg

Jóhan á Plógv Hansen var flúgvandi, tá ið Skanderborg í kvøld vann ímóti GOG.

Skanderborg Håndbold, sum hevur føroyska Jóhan á Plógv Hansen í hópinum, spældi í kvøld venjingardyst á útivølli ímóti GOG. Skanderborg vann dystin 28-25 eftir at hava verið á odda 15-9 í hálvleikssteðginum.


Sigast má, at tað gekk 20 ára gamla føroyinginum sera væl. Jóhan skeyt heili átta mál, og vórðu tey øll skotin í fyrra hálvleiki. Hann gjørdist somuleiðis toppskjútti í dystinum.


Næsti landskappingardystur hjá Skanderborg verður á heimavølli ímóti Odder 7. februar.