Fótbóltur
Einsamallur hevur Johan Nielsen vunnið meira, enn tey flestu innan føroyskan fótbólt yvir høvur kunnu droyma um. Royndi venjarin, sum nú eisini hevur leitt NSÍ til FM-gull, átti undan hesum 10 FM-gullmerki, ið vóru vunnin við HB og GÍ. Og á Skála var tað eisini heilt nær við, at hann gjørdi sama kynstrið fyri tveimum árum síðani.
Tí er einki forgjørt í, at hann av flestu fótbóltskønum verður mettur sum dugnaligasti venjarin í landinum. Og tað er einki at ivast í, at tey í Runavík eru sera fegin um, at undirskrift eisini er sett á sáttmálan fyri komandi kappingarár.
Kapping frá ungum venjarum
Umframt Johan Nielsen, so hava eisini sjey aðrir venjarar skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár. Og felags fyri allar hesar er, at teir avgjørt teljast millum yngra ættarliðið innan føroyska fótbóltsvenjing.
Eingin teirra er enn farin um tey 40, og av meistaraheitum og steypasigrum er tað ert Sigfríður Clementsen, sum hevur nakað at vísa á sum venjari. Hetta við meistaraheiti og steypasigri við B36 ávikavist í 2005 og 2006.
Hinvegin hava fleiri av venjarunum roynt at staðið við gulli sum spælarar. John Petersen (1994, 1995, 1996, 1997 og 2001), Rúni Nolsøe (1997, 2002, 2003 og 2004) Eyðun Klakstein (1991 og 1999), Sigfríður Clementsen (1997) og Eli Hentze (1989), hava síni gullmerki at vísa á sum spælarar. Men nú verður tað sum venjarar, at teir skulu taka dystin upp við garvaða veteranin.
---
Fakta
Teir átta settu
Venjari Felag Ár
Bill M. Jacobsen B68 33
Jón Simonsen ÍF 34
Sigfríður Clementsen EB/S 34
Eyðun Klakstein KÍ 34
John Petersen Skála 35
Rúni Nolsøe HB 36
Eli Hentze B71 38
Johan Nielsen NSÍ 67