Johan í Kollafirði ætlar sær á fólkating

Stuttligi Flokkurin verður eftir øllum at døma partur av komandi fólkatingsvalstríði. Johan í Kollafirði skal saman við nýggja valevninum Rúna Ellingsgaard seta sín dám á harða valstríðið

Johan í Kollafirði er ?back on track? og verður eftir øllum at døma partur av komandi valstríði um teir báðar heitu sessirnar á Christiansborg, sum skal avgerast 8. februar. Tá vit fingu orðið á Johan á middegi hósdagin, kundi politiski entertainarin vátta, at hann fyri aðru ferð í eitt ár ætlar sær at stilla upp.

Stutt skotbrá
Men hann er als ikki komin í gongd við fyrireikingarnar, so skotbráið er stutt, um hann skal vera millum nøvnini, vit onnur kunnu seta kross við 8. februar.
- Eg havi ikki meldað meg til enn, og eg veit satt at siga ikki heilt, hvussu man skal gera, men eg fari at ringja til myndugleikarnar í dag og kanna, um tað er ov seint at fáa ein lista upp at standa, sigur Johan í Kollafirði. Sosialurin kundi upplýsa fyri honum, at allir valevnislistar skulu vera inni í seinasta lagi fríggjadag, og Johan hvakk við.
- Wow, so má eg heldur kvika mær. Tey siga, at okkara samfelag skal vera so demokratiskt, men tað er í veruleikanum alt ov nógv stríð, tá ein skal stilla upp og hava ábyrgdina av einum lista, sigur Johan, sum vónandi hevur fingið formalitetirnar upp á pláss, so hann enn einaferð kann hava leiklutin sum ?færøernes friske pust? í føroyskum politikki.
- Eg havi ikki heilt fingið við, at tað er val, og tí eri eg so seinur á sjóvarfallinum, men nú fari eg at vita, um eg og mín flokkur ikki kunnu stilla upp, sigur Johan.
Tað er eftir øllum at døma framvegis torført at vita, nær maðurin er seriøsur og ikki...

Tilvitað abstraktión
Men um tað eydnast at fáa sítt navn og sín flokk at vera við 8. februar, verður listin so tann sami sum seinast?
- Nei. Nú er tað soleiðis, at keðiligi parturin av Stuttliga Flokkinum er farin í annan flokk (Rubek Lilá er farin í Tjóðveldisflokkin, blðm.), og tí havi eg funnið Rúna Ellingsgaard sum avloysara. Fyri tey, sum ikki kenna hann, kann eg upplýsa, at hann er hin helvtin av Hanky Panky, sigur Johan í Kollafirði. Hanky Panky er originala útvarpssendingin á Rás 2 við teimum báðum vertunum Rúna Ellingsgaard og Johan í Kollafirði.
Stuttligi Flokkurin fer sostatt at hava tvey valevni á listanum, og Johan ætlar sær heilt víst á fólkating. Spurdur, hvat skal tryggja honum sessin á Christiansborg, og hvat fer at mynda hansara valstríð, er Johan greiður.
- Drívmegin handan perlurnar hjá tónlistarliga flogvitinum Mozart var eitt hugtak, hann nevndi ?tilvitað abstraktión?, og hetta er hornasteinurin í mínum valstríði. Tað vil siga, at ein ikki leggur ætlanir og til rættis frammanundan, men letur seg leiða av tí spontana. At ein lurtar eftir tí, ein hevur hug at siga ?her og nú?, plagar at eydnast væl, greiðir Johan í Kollafirði frá.
Men hevur Johan so yvirhøvur einki í huganum nú, sum liggur honum tungt á hjarta at gera vart við til valið.
- Tað einasta, eg ikki veit, áðrenn eg skal tala, er, hvat eg skal siga. Eg trúgvi á tað góða og lati meg leiða av tí góða, og tað plagar at rigga væl. Eg eri ein stórur fan av mær sjálvur og yvirraski meg sjálvan ferð eftir ferð. Tað er mangan, eg má nikka samtykkjandi og siga við meg sjálvan: ?hygg hasin gamli, so megnaði tú eisini tað?. So stutt sagt havi eg ongan møguleika at siga tær í dag, hvat eg fari at leggja meg eftir, sigur Johan í Kollafirði, sum eftir øllum at døma hevur varðveitt stílin frá løgtingsvalinum fyri einum ári síðani.
Seinast var Johan og flokkur hansara ikki nóg drúgvur at sleppa inn á ting, og hóast hann als ikki er viðkomandi í nøkrum stríði um sessirnar á Christiansborg, verður spennandi at vita, hvussu tað fer at hilnast hjá alternativa flokkinum, hesaferð mannað av Johan Dalsgaard og Rúna Ellingsgaard.