Johan í Kollafirði: Eg veit!!!

Hví slapp eg ikki við til Kina at hyggja meg um eftir einum nýggjum vaktarskipi? Eg havi heldur ikki forstand uppá sovrit, og kundi væl trongt til nakrar frídagar. Einki er sum at dansa um gullkálvin í einum spildurnýggjum Las-Vegas jakka

Náh, tað verður so bara eina aðru ferð.

Previous happend on the Vaktarskip farce:

Landsstýrið hevur fingið trý tilboð uppá at byggja vaktarskip:

Eitt gott, 70 mill.

Eitt miðal, 100 mill.

Eitt ringt. 120 mill.

Landsstýrið hevur valt útilukkandi at hyggja eftir meðal-tilboðnum, krydrað eitt sindur við tí ringa tilboðnum.

Mítt uppskot í samband við at landsstýrið absolut vil brúka 100 mill. uppá okkurt!

Bygg vaktarskipið í Kina: 70 mill.

Bygg ein undirsjóvartunnil frá Kollafirði til Signabø: 15 mill.

Deil pengar út til øll fólk í Føroyum: 10 mill.

Spar: 5 mill.

Tilsamans: 100 mill.

- Sparingin kann evt. brúkast til eina nýggja Kina-útferð, har eg sleppi við.


Vinarliga

Johan í Kollafirði®

Valevni hjá tí stuttliga flokkinum