Hann býr ikki í Kollafirði longur, og í veruleikanum eitur hann Johan Dalsgaard. Men hann er BACK ON TRACK. Jóhan hevur undirhildið í nógv ár, hann hevur sungið um Grønjakkarar í Havn, menn í Hirtshals og um hvussu gott tað er at búgva í Kollafirði. Eisini hevur hann verið í politikki, tá hann stillaði upp til løgtingsvalið fyri Hin stuttliga flokkin.
Og í kvøld undirheldur hann fyri fjøldini á Café Natúr.