17-ára gamli, Jóhan Josephsen, hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. Jóhan fekk sín fyrsta dyst í Betrideildini ímóti TB, skrivar ki.fo.
- Jóhan hevur skotið seks mál fyri næstbesta liðið í ár, og hevur regluliga vant við Betrideildarliðnum. Hann hevur klárað seg somikið væl, at hann hevur nú megnað at fingið ein sáttmála við KÍ. Toppskjúttin í næstbesta liðnum kann væntast at fáa meiri leiktíð komandi tíðina, og gleðast vit um at síggja menningina hjá Jóhan, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
KÍ hevur vunnið 15 teir fyrstu dystirnar í landskappingini í ár.