Johan í HM-hálvfinalu

Johan á Plógv Hansen skoraði fýra mál, tá danska U21-landsliðið vann tepran sigur á Spania

Danska U21-landsliðið í hondbólti skal í annaðkvøld spæla hálvfinalu í HM-kappingini.

 

Danmark spældi í dag móti Spania, og her eydnaðist akkurát at stríða seg til ein sigur. 22-21 gjørdist úrslitið av dystinum, har Spania annars fyri tað mesta var á odda.

 

Johan á Plógv Hansen hevði aftur hesa ferð lyklaleiklut á danska liðnum, og stóð føroyski vongurin fyri fýra av donsku málunum.

 

Hálvfinalan í annaðkvøld verður móti Týsklandi, og verður fyrsta bríkslið klokkan 19.30.