Johan hevur tikið avgerð

Johan Troest Davidsen valdi ikki at fara heim til barndómsfelagið á hesum sinni.

Nógv hevur verið gitt, um liðskiparin hjá HB, Johan Troest Davidsen, mundi fara at halda fram í felagnum, ella um hann fór at skifta til barndómsfelagið NSÍ.


Í dag er avgerð tikin. HB boðar frá á heimasíðu sínari, at Johan Troest Davidsen hevur longt um sáttmálan, soleiðis at hann eisini verður at síggja í HB komandi kappingarár.


28 ára gamli Johan Troest Davidsen hevur spælt 129 dystir fyri HB síðani hann kom til felagið úr Aarhus Fremad í 2012.