Tað er eingin ivi um, at FC Midtjylland, sum er næstfremst í superliguni, Kristi Himmalferðardag verður annað finaluliðið í Parkini. Horsens við føroyska landsliðsspælaranum, Johan B. Hansen, á liðnum hevði ongan sum helst kjans, tá ið FCM mikukvøldið var í Horsens og spældi fyrru hálvfinaluna.
Ætlanin hjá Horsens var frammanundan, at spælararnir á teirra liði skuldu vera tættir og ikki geva FCM monnunum møguleika at bjóða av ein ímóti einum. Í Horsens søgdu teir seg vóna at vinna tepurt ella kanska at megna javnleik. Um tað hevði eydnast, so høvdu teir roknað møguleika at vera fyri, at teir í seinnu hálvfinaluni, sum verður mikudagin 20. apríl, fyri fyrstu ferð nakrantíð kundu spælt seg í finaluna.
Horsens hevur tvær ferðir áður verið í hálvfinaluni.
Mikukvøldið legði Horsens rygg til eyðmýkjandi 4-0 tap á heimavølli. Úrslitið kom eitt sindur óvart á Horsens. Teir eru á fremsta plássinum í næstbestu deildini, og harvið eru vánirnar góðar fyri, at teir fara at flyta upp um nakrar vikur. Úrslitið mikukvøldið bendir á, at talan verður um rættuliga stóran setning, tá ið Horsens fer at royna at krøkja seg fast í superliguni.
Framvegis spennandi
Í Brøndby var stórur spenningur, og tað er framvegis spennandi undan seinnu hálvfinaluni. Brøndby vann 1-0 á heimavølli. Málskjútti var tólv minuttir undan dystarenda Morten Skoubo. Nakar frammanundan hevði hann eftir flatt innlegg úr høgru fyri opnum málið misnýtt so stóran møguleika, sum tað næstan ikki skal bera til at ímynda sær, at tað ber til at misnýta.
FCK venjarin, Hans Backe, var ikki mildur við sínar spælarar. Eftir óføra avrikið í Odense sunnudagin riggaði einki hjá FCK. Venjarin metti, at hugburðurin hevði verið langt frá tí, sum hann plagar at vera, og FCK venjarin staðfestir, at tað fer ikki at bera til hjá FCK sunnudagin at vinna landskappingardystin ímóti Brøndby og heldur ikki seinnu hálvfinaluna, um spælararnir ikki taka seg heilt øðrvísi saman, enn teir gjørdu mikukvøldið.
Todi var ikki í FCK hópinum. Peter Møller var liðformaður og álopsspælari saman við Álvaro Santos, ið var rættuliga lítið eyðsýndur. Bestu FCK royndina átti Jesper Bech, sum tveitti seg afturav og heilfluktaði í stólpan.
Í útsettari uppgerð í superliguni styrkti Silkeborg um sína støðu, meðan tað sær alt svartari út hjá Herfølge. Silkeborg vann 3-0 á Herfølge á heimavølli. Harvið er Silkeborg farið langt frá botnstrikuni.










