Jóansøkuhald vóru um allan heim í gjár og sjálvandi eisini í Danmark. Lítil ivi er um, at fleiri teirra høvdu føroyska luttøku, og eitt slíkt var í lítlu bygdini Søllinge á donsku oynni Fyn.
Ársins røðari har var nevniliga Johan í Kollafirði. Hann skrivar soleiðis á sínum Facebookvanga.
- Í gjár var stórt jóansøkuhald í Søllinge, við teltum, stórum grillum, sangi, hugna og einum stórum báli og eg var báltalari og helt ársins jóansøkutalu 2015. Eg eri bæði stoltur og ærdur yvir at mær er sýnt slíkt álit og tí tók eg uppgávuna sera álvarsamt. Hóast mítt stóra álvara, eydnaðist tað mær tíbetur at halda eina stuttliga, ljósa, láturvekjandi talu, stúðstappaða av kunning, sum fevndi um søgu Danmarkar tey seinastu 150.000 árini, fram til dagin í dag.
Johan í Kollafirði sigur eisini, at talan skjótt verður at síggja á youtubekanal hansara.










