Johan Hansen er lagstur við búkilsku

Besti danski spælarin og føroyski spælarin á danska landsliðnum eru ikki við í kvøld, tí teir eru sjúkir

Føroyski vongurin og danski stórskjúttin Mikkel Hansen eru ikki á danska liðnum, sum í kvøld fer at spæla ímóti Jappan. Klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl í HM dystinum í Egyptalandi millum Danmark og Japan. Um tað eydnast donsku favorittunum at vinna, so hava teir tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni longu undan síðsta dystinum í millumumfarinum. Hann verður ímóti Kroatia.

Í kvøld frættist úr Egyptalandi, at tveir av spælarunum á danska landsliðnum eru lagstir sjúkir ídag. Talan er um stórskjúttan og spælskiparan Mikkel Hansen og føroyska Johan Hansen.

Talan er um búkilsku. Mikkel Hansen hevur verið sjúkur síðani ígjár, meðan Johan Hansen í dag er lagstur.

Teir báðir - Mikkel og Johan - eru eftir heima á hotellinum og fylgja við, hvussu tað gongur danska liðnum í høllini, har Japan er mótstøðuliðið.

Higartil hevur Danmark vunnið allar dystirnar í HM kappingini.

Síðsti dysturin í millumumfarinum hjá Danmark verður mánakvøldið ímóti Kroatia, sum í kvøld heilt óvæntað tapti ímóti Argentina, sum vann 23-19.