Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg taptu í gjárkvøldið 26-22 á útivølli ímóti Aalborg Håndbold. Støðan í hálvleikinum var 16-9 til heimaliðið. Tapið kom illa við hjá Jóhan og teimum, tí nú eru teir 13. plássi, t.e. næstaftastir, í fremstu deildini við bara einum stigi omanfyri niðurflytingarstrikuni, somuleiðis sum teir eru fimm stig aftanfyri 8. plássið. Liðini, ið enda á 9. - 13. plássi, skulu spæla niðurflytingardystir, meðan liðið á 14. plássið flytir beinleiðis niður.
Føroyski vongleikarin kann tó vera nøgdur við sítt egna avrik í dystinum í gjár, tí saman við tveimum øðrum gjørdist hann toppskjútti við fimm málum.
- Jóhan á høgra vongi bardist tað besta hann hevur lært, og hóast hann tapti nakrar innanhýsis dystir ímóti tí vælspælandi normanninum í Aalborg-málinum, so gav føroyingur okkara ikki upp og skoraði eisini dystsins vakrasta og frekasta mál við endan av fyrra hálvleiki til 14-8, skrivar heimasíðan hjá felagi hansara.
Næsti dystur hjá Skanderborg verður á útivølli ímóti Mors-Thy Håndbold 25. oktober. Hetta liðið liggur á 10. plássi.