Skanderborg, har føroyski Jóhan á Plógv Hansen spælir, fekk í gjárkvøldið vitjan av Team Tvis Holstebro. Gestirnir lógu undan dystinum á 5. plássið og bjóða av í oddastríðnum, meðan Skanderborg, sum mátti vera heili fýra leikarar fyri uttan vegna skaðar og leikbann, var á næstniðasta plássi.
Tað gekk illa hjá Skanderborg í hesum dystinum. Teir komu afturúr alt fyri eitt, og støðan í hálvleikssteðginum var 13-9 til gestirnar. Í seinna hálvleiki øktist munurin ímillum liðini, og Team Tvis Holstebro vann at enda sannførandi 38-27. Jóhan á Plógv Hansen kann tó ugga seg við, at hann við fimm málum gjørdist toppskjútti hjá Skanderborg saman við Michael Pedersen.
Skanderborg, sum framvegis er á næstniðasta plássi við átta stigum, spælir næsta dyst 1. mars. Hetta verður á heimavølli ímóti Aalborg Håndbold, sum í løtuni liggur á einum greiðum 2. plássi í Boxer Herreligaen, ið er fremsta mansdeildini í donskum hondbólti.