Niðurlendski prinsurin Johan Friso er framvegis í lívsvanda, og vaknar hann ikki innan trý ella fýra samdøgur, er munandi minni møguleiki fyri, at hann sleppur við lívinum. Tað siga læknarnir á sjúkrahúsinum í eysturríkska býnum Innsbruck, har prinsurin hevur ligið, síðani hann bleiv bjargaður undan einum skalvalopi fríggjadagin.
Tann 43 ára gamli prinsurin helt vetrarfrí saman við familjuni í Lech í Eysturríki, og hóast vandi var fyri skalvalopum, var prinsurin farin út um tær ásettu breytirnar at standa á skíð. Ein skalvur leyp og tók prinsin við sær, og hann lá 20 minuttir undir kavanum, áðrenn hann bleiv funnin.
Beatrix drotning og kona Johan Friso, Mabel prinsessa (myndin), vóru í gjár á sjúkrahúsinum í Innsbruck.