Johan flytur til stórt felag

Johan á Plógv Hansen fer at avloysa Lasse Svan Hansen í SG Flensburg

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og í dag er tað váttað. Johan á Plógv Hansen fer eftir hetta kappingarárið at skifta felag.

 

Hann flytur úr TSV Hannover-Burgdorf og til SG Flensburg-Handewitt, sum er eitt av størstu feløgunum í Týsklandi. Síðsta kappingarár endaði liðið næstfremst í bundesliguni. Talan er um trý ára sáttmála.

 

At týska stórfelagið nú hevur skrivað undir sáttmála við Johan á Plógv Hansen kemst av, at felagið hevur leitað eftir avloysara fyri danska landsliðsveteranin Lasse Svan Hansen, sum fyri stuttum hevur boðað frá, at hann fer at gevast at spæla hondbólt, tá ið hetta kappingarárið er av.

 

-Vit hava arbeitt við at finna besta avloysaran fyri Lasse Svan, og hann hava vit nú funnið, tí Johan á Plógv Hansen telist millum teir bestu á høgra vongi, sigur venjarin hjá felagnum.

 

Johan á Plógv Hansen fegnast um, at hann nú fer at umboða eitt av bestu feløgunum í Týsklandi:

 

-Tað er dreymur hjá mær, sum nú verður veruleiki, nú eg fái møguleika at umboða so stórt felag, sigur Johan á Plógv Hansen við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Flensburg er ikki so langt frá markinum millum Týskland og Danmark, og nógvir góðir danskir spælarar hava umboðað felagið. Eitt nú Lars Christiansen, Rasmus Lauge, Henrik Toft Hansen, Thomas Mogensen og Lasse Svan Hansen.