Bárður Nielsen í Vestmanna verður landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Johan Dahl úr Fámjin verður landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Bárður Nielsen er 31 ára gamal. Hann er sonur Gunnvá Winther og Boga á Steig. Hann er giftur Rakul, sum er dóttir Jórun og Jóan Magnus Lamhauge í Havn.
Bárður er roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic síðani 2001. Frammanundan var hann grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe frá 1993-2000.
Báður Nielsen varð valdur á ting í 2002 og varð afturvaldur á valinum 20. januar við 357 persónligum atkvøðum.
Johan Dahl er 44 ára gamal. Hann er sonur Ebbu, f. Albinus, nú Hovgaard, og Jógvan Dahl úr Vági. Hann er giftur Lindu Herdalur.
Johan er útbúgvin bankamaður í 1981 og hevur ávís prógv innan merconomútbúgving. Hann var stjóri hjá A/S J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiju frá 1982-90, stjóri í World Seafood 1991-1992, í Spf. Faromar frá 1997 og síðani 1998 í Faroe Coldstores.
Johan Dahl varð valdur á ting í 2002 og afturvaldur á valinum 20. januar við 245 atkvøðum.