Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni, hevur í dag boðað Johan Dalsgaard frá, at hann fær ikki nógv umrødda festið í Fámara.
Í brævi, dagfest í dag, 11. juli, sigur stjórin, at avgerð er tikin um at lata festið til annan umsøkjara.
- Avgerðin er tikin út frá eini heildarmetan av øllum innkomnum umsóknum, sigur stjórin, Bjørn Patursson.
Í brævinum til Johan Dalsgaard verður ikki upplýst, hvør nýggi festarin í Fámara er.
Lagt verður aftrat, at avgerðin kann kærast til Fiskimálaráðið.