Johan er imponeraður av B36

Takið hjá B36 venjaranum er at fáa sínar menn niður á jørðina og upp aftur at standa, tá ið teir á Skála í morgin skulu stríðast um oddasessin

Tað verður ógvuliga spennandi á Skála í morgin. Heimaliðið og B36 eru oddalið, og tey eru væl fyri undan toppuppgerðini. B36 hevur alt fólkið tókt, og hjá Skála er tað miðvallarin í vinstru, Hanus Thorleifsson, sum er leikbannaður. Hann varð vístur av vøllinum í Gøtu síðsta sunnudag.
 B36 ferðalagið skuldi koma í Vágar seinnapartin í gjár. Skipanin sigur, at dysturin móti Skála skuldi verða seinnapartin í dag, men eftir áheitan frá B36 er hann útsettur til í morgin. Tað er ikki meiri enn rímuligt, at felag, sum stendur seg væl í altjóða høpi, ikki verður óneyðugt sektað í heimligu kappingini.
 Skála venjarin, Johan Nielsen, er royndasti venjarin í landinum. Hann hevur áður vant B36, og hann sigur seg vera ógvuliga imponeraðan av B36 avrikinum á flatlondum.
 - Eg havi ikki sæð dystin. B36 megnaði javnleik í Vestmannaoyggjunum, men tá ið hugsað verður um mótstøðuliðið, so man hetta vera besta Europa Cup avrikið hjá nøkrum føroyskum liði. Við GÍ taptu vit við einum máli í Finnlandi. Úrslitið ta ferðina var 1-0. Men tað er stórur munur at tapa 1-0 og at tapa 2-1. Útivallarmálið er rættuliga týdningarmikið, og tað var flott av B36 at megna tað, sigur Johan Nielsen, sum samstundis staðfestir, at tað er eitt lið á aldukambinum og við sera góðari skipan og tryggari verju, sum teir í morgin skulu spæla móti:
 - Tað sigur ikki so lítið, at FCM ikki megnaði at skora móti teimum í opnum spæli, men bara í sambandi við tvey hornaspørk!
 Skálamenn eru væl fyrireikaðir, og teir rokna við tættari uppgerð í morgin. Tá ið oddaliðini fyrr í ár hittust á Skála var úrslitið 1-1. Í Gundadali var úrslitið 2-2, og tað kann gott vera, at javnleikur eisini í morgin er sannlíkt úrslit.
 Takið hjá B36 venjaranum, Sigfríði Clementsen, og ikki minst fysiska venjaranum, Magna Mohr, eftir glæsiliga avrikið og úrslitið í Herning er at fáa spælararnar at fokusera á avbjóðingina á Skála og at gloyma alt um avrikið í Herning og avbjóðingina á Tórsvølli annan hósdag.
 Allir B36 spælararnir eru tøkir. Ingi Højsted fór av vøllinum, tá ið tíðin var um at vera runnin í Herning, men honum bilti einki.
 Fróði Benjaminsen og Bergur Midjord vóru leikbannaðir hóskvøldið. Eingin ivi er um, at teir báðir vera millum teir fyrstu ellivu á Skála. Harvið er sannlíkt, at Bárður H. Joensen verður á beinkinum. Tað kann ikki sigast annað enn at vera luksus trupulleiki í B36. Ungi maðurin, sum ikki hevur serligar royndir í bestu deildini, spældi sum ein brandur, tá ið hann ansaði Frank Kristiansen og David Nielsen, sum mugu roknast at vera uppaftur betri álopsspælarar, enn Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen eru.