Johan er ikki við

Tí skal Brian Kerr fyri fyrstu ferð gera broytingar í síni byrjunaruppstilling.

Tað er tó eingin ivi um, at tað ístaðin verður Einar T. Hansen, sum fer inn á vinstra bakk fyri Johan Troest Davidsen.

Hinvegin er meira ivasamt, hvørjar broytingar verða gjørdar, um Súni Olsen ikki er tøkur.

Ein møguleiki er at flyta Boga Løkin inn sentralt á miðvøllin, og ístaðin lata Jákup á Borg sessin í høgra borði, sum hann so ofta hevur havt á landsliðnum. Ella eisini kann venjarin velja at seta Jann Inga Petersen á miðvøllin fyri Súna Olsen.