Johan Ejvind til TB

Beint undan freistini fyri spælaraskifti flytti havnamaðurin Johan Ejvind Restorff Mouritsen úr HB og til TB at spæla. Tað skrivar heimasíðan hjá TB. Johan Ejvind er 21 ára gamal, og hann er álopsspælari. Í fjør var hann burtur mesta av tíðini við skaða, men áðrenn tað hevði hann longu roynt seg á besta liðnum hjá HB. Nú verður tað so fyrrverandi venjarin hjá John Ejvind, Krzysztof Popczynski, sum aftur skal venja hann – hesaferð í TB.