Johan Dal væl nøgdur

- Tølini tala fyri seg. Eg haldi ikki nakað ivamál kann vera um, at hendan royndin við uppboðssølu av makrelkvotum eydnaðist sera væl.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú uppboðssølan av rættindum at veiða 20.000 tons av makreli í 2011 er av.

- Jú, sølan hilnaðist serstakliga væl. Tey 20.000 tonsini vórðu seld til ein meðalprís á 3,60 krónur fyri kilo, og sølan gav eina samlaða úrtøku á 72 miljónir krónur til landið, leggur landsstýrismaðurin aftrat.

Uppboðssølan var skipað yvir trý søluumfør, sum vórðu hildin 26. juli, 9. august og 16. august 2011.

Rættiliga stórur munur var á søluprísinum tey einstøku umførini. Í fyrstu søluni vórðu 7.000 tons seld fyri ein meðalprís á 1,70 krónur fyri kilo. Í øðrum umfari varð sama nøgd seld til ein munandi hægri meðalprís - 4,68 krónur fyri kilo. Hesin prísur helt sær til síðsta umfar, tá 6.000 tons vórðu seld fyri ein meðalprís á 4,56 krónur fyri kilo.

-Endaliga úrtøkan á 72 miljónir krónur er munandi hægri, enn gitt varð um frammanundan. Hetta er bara at fegnast um, og hetta er prógv um at vera ein haldgóð skipan at brúka til tess at útvega landskassanum inntøkur av tilfeinginum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.