Borgarnir í Suðuroy vilja eisini hava eina príslækking á ferðunum um Suðuroyarfjørð, nú tey sum koyra í undirsjóvartunnlinum norðanfyri hava fingið eina príslækking uppá 15 prosent.
Johan Dahl, landsstýrismaður sigur seg at fara og gera hvat hann kann, fyri at ganga suðuroyingum á møti, men hann staðfestir, at Strandferðslan virkar innanfyri ásettar fíggjarkarmar, og tí verður tað ikki bara lætt at finna pening til eina príslækking fyri tey, sum sigla millum Suðuroynna og meginlandið.
Grundleggjandi heldur Johan Dahl, at vit eiga at hava eitt samhaldsfast samferðslukervið, har alt verður fíggjað um eina leið.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Johan Dahl um hetta málið.