- Tað er avgjørt áhugavert at knýta føroyingar upp í.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú tað er greitt, at ein el-kaðal skal leggjast úr Íslandi niður til Bretlands.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, er avtalað gjørd ímillum Bretskar og íslendskar myndugleikar um kaðalin.
Ein el-kaðal úr Íslandi niður til Bretlands, gongur framvið Føroyum og Johan Dahl heldur avgjørt at tað er áhugavert at fáa Føroyar knýttar upp í hendan kaðalin.
Og hann hevur eisini tikið stig til at kanna møguleikan.
- Eg havi havt fund við íslendskar myndugleikar, har eg havi greitt teimum frá, at vit hava áhuga at verða knýtt upp í ein slíkan kaðal.
Íslendingar vístu eisini áhuga fyri at knýta okkum upp í, sigur Johan Dahl.
Nógv meiri orka
Johan Dahl staðfestir, at ein arbeiðsbólkur er settur at útgreina, hvussu okkara orkuveiting skal byggjast út frameftir.
- Í hesum høpi skulu vit sjálvandi eisini kanna møguleikan fyri at knýta okkum upp í ein el-kaðal úr Íslandi niður til Bretlands.
- Eg meti, at útreiðslan av tí kann verða minni enn aðrar orkuútbyggingar.
Men spurningurin um, hvat tað kostar at byggja orkukervið út, liggur eisini í hondunum á arbeiðsbólkinum, sum arbeiðir við orkuspurninginum
Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar eru eitt avbyrgt el-kervi og tað førir við sær, at tað ber bara til at hava eina avmarkaða nøgd av orku á kervinum.
- Fáa vit knýtt okkum upp í ein el-kervið, sum gongur niður á meginlandi, ber til at fáa munand meiri varandi orku á netið.
- Tá ber tað eisini til at selja orku. Vit hava nóg mikið av vindorku og sjóvarfalsorku, sum vit kunnu selja niður á meginlandið í Evropa.
- Tí er er tað serstakliga áhugavert at kanna møguleikan at knýta okkum upp í ein kaðal úr Íslandi, niður til Bretlands, sigur Johan Dahl.