Samgongan miðjar eftir at longja barnsburðarfarloyvið, men nær tað verður, hongur í leysari luft Samgongan miðjar eftir at bøta um barsilsskipanina. Men Johan Dahl, vil ikki lova nakað um, nær tað verður.
Tað váttaði hann í Løgtinginum í dag.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen hevur spurt landsstýrismannin í vinnumálum, hvussu vánirnar eru fyri, at barnsburðarfarloyvið verður longt upp í eitt ár og hon vil eisini hava at vita, um ætlanin er at áseta eina pápakvotu.
Johan Dahl sigur, at hann er eisini sinnaður at hyggja eftir, hvussu farloyvið skal býtast ímillum foreldrini.
Men hann sigur, at hetta skal eisini gerast í neyvum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí teir skulu betala sín part.
Høgni Hoydal og Bergtóra Høgnadóttir hildu lítið um, at hann landsstýrismaðurin ikki var førur fyri at geva eitt nágreiniligari svar og tóku hetta sum prógv fyri, at ongin politikkur var á økinum.
Her kann leggjast afturat, at á javnstøðufundum kring landið herfyri, ásannaði Johan Dahl, at sum samfelagsbúskapurin sær út nú, er ikki væntandi, at barnsburðarfarloyvið verður longt, tí tað er dýrt.










