- Vit hava einki val enn at hækka prísirnar á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Nú Løgtingið hevur viðgjørt búskaparpolitikkin hesi næstu árini, hevur hann verið fyri hørðum atfinningum, tí ætlanin er hækka allar prísirnar hjá Strandferðsluni 10% fyri at fáa roknistykkið at halda.
Tinglimir úr andstøðuni vísa á, at Løgtingið hevur samtykt, at allir ferðaseðlaprísir skulu javntsetast og tí er tað beint ímóti politiska viljanum, at hækka prísin á ferðaseðlum hjá teimum, sum ferðast við Strandferðsluni.
Páll á Reynatúgvu gjørdi enntá greitt, at stendur tað við, at prísirnir hækka, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um misálit á landsstýrismannin.
Johan Dahl ásannar, at tað hóvar honum ikki, at hækka prísirnar, men hann hevur einki val, tí hann hevur ein fíggjarkarm at virka innanfyri.
Tað er ein fíggjarkarmur, sum Løgtingið hevur samtykt og hann gjørdi púra greitt, at tað fer hann at halda seg til, tí tað hevur hann skyldu til.
Johan Dahl sigur, at nýggj altjóða krøv til hvílitíðir er dýr fyri Strandferðsluna og tilsamans skal stovnurin spara einar 4,8 milliónir næsta ár.
Tí er avgjørt at hækka prísin 10%, heldur enn at lækka túratalið enn meiri.
Hann sigur, at skulu allir ferðaseðlaprísir javntsetast, kostar tað einar 15 milliónir og er tað hetta, Løgtingið vil, er bara at játta pengarnar.
At javntseta allar ferðaseðlaprísir, snýr seg ikki bara um at javntseta prísirnar við Strandferðsluni, tí tað snýr seg eisini um at javntseta prísirnar hjá Strandferðsluni og gjaldið fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, sigur landsstýrismaðurin.
Men undirsjóvartunlar eru lagdir í almenna partafeløg og í hesum sambandi eru politikarar so galantir, at ætlanin er at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum teir, tá ið teir eru útgoldnir.
Tí heldur Johan Dahl, at skulu allir ferðaseðlaprísit javntsetast, er tað sanniliga ábyrgdin hjá Løgtinginum at finna fígging til tað.
Annars upplýsti hann at minnist hann rætt, rindar Strandferðslan góðar seks milliónir krónur í havnagjøldum, har tann størsti parturin er til Tórshavnar Havn fyri Smyril og ternuna.