Fólkaflokkurin segði takk fyri seinast, tá Løgtingið fyri løtu síðani atkvøddi um misálitisuppskotið móti Johan Dahl.
Sum væntað atkvøddi øll andstøðan fyri misálitisuppskotinum, men tríggir samgongulimir atkvøddu ikki ímóti.
Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, atkvøddi fyri misálitisuppskotinum, meðan Rodmundur Nielsen og Brandur Sandoy atkvøddu blankt. Annars atkvøddi øll samgongan ímóti misálitisuppskotinum.
Endaliga atkvøðugreiðslan bleiv tí 14 atkvøður fyri, 17 ímóti og tvær blankar atkvøður.
Eitt misálitisuppskot krevur, at meiri enn helmingurin av tingfólkunum atkvøður fyri uppskotinum, fyri at tað skal samtykkjast.