Johan Dahl ávarar Bakkafrost

- Bakkafrost skal ikki sleppa at flyta livandi laks úr Suðuroy inn á meginøkið at slakta.

Tað ger Johan Dahl, landsstýrismaðurin í vinnumálum púra greitt.

Hann beinleiðis ávaraði leiðsluna í Bakkafrost ímóti at fara undir nakað av tí slagnum, tí tað fer hann ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka.

- Finna teir upp á tað, mugu teir trúgva um aftur, leggur hann afturat.

- Tað verður ikki við mær sum landsstýrismanni at slíkt sleppur at fara fram, staðfestir hann.

Johan Dahl, sigur, at fer Bakkafrost undir at flyta livandi laks úr alibrúkunum í Suðuroy norður um fjørð at slakta, fer hann at rætt og slætt at broyta lógina at forða fyri tí.

- Bakkafrost er blivin ein stór fyritøka, men tað leggur eisini stóra ábyrgd á felagið, eisini ábyrgd fyri samfelagsmennin og økismenning.

Tað var Hendrik Old, tingmaður sum spurdi landsstýrismannin, um hann ætlaði at lata slíkt um seg ganga, tí avleiðingin av hesum er, at eini 50 arbeiðspláss verða flutt úr Suðuroy.

Bæði Johan Dahl og Hendrik Old staðfesta, at tað er meiningsleyst at flyta livandi fisk úr Suðuroy, har alingin fer fram, inn á meginøkið til slaktingar og tað fer heldur ikki at vera góðtikið.