Hetta sigur sambandstingmaðurin í Vágum, Marius Dam í eini viðmerking til avgerðina hjá Johan Dahl at taka seg úr flokkinum. Hann heldur eisini, at Johan Dahl setir bæði teir sambandsveljarar, sum hava valt hann sum sítt umboð inn á Føroya Løgting í eina knípu og ikki minst seg sjálvan.
Marius Dam sigur víðari, at tað er ikki avgerandi fyri Sambandsflokkin, um formaðurin eitur Johan Dahl ella hann eitur Kai Leo Johannesen. - Tað, sum er umráðandi, er, at Sambandsflokkurin fær rikið sín sambandspolitikk, og tað fáa vit í løtuni í eini breiðari samgongu. Eg meti sjálvur, at vit innanfloks hava havt eitt ógvuliga gott samstarv, eisini Johan Dahl, hóast vit eisini okkara persónligu linjur. Vit hava eisini havt eitt sera gott samstarv í samgonguni, sum eg haldi eigur at halda fram helst longur enn hetta valskeiðið.










