Johan Dahl ætlar at klaga

Við einum pennastroki hava Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Vinnumálaráðið forkomið eini heilari vinnu í Føroyum og tað kann ikki bera til, heldur Johan Dahl, sum sjálvur verður hart raktur

- Hetta kann ikki bera til. Hendir onki skjótt, er ein heilur vinnuvegur farin fyri skeytið.

Johan Dahl er ein av monnunum aftanfyri stóru frystigoymsluna í Vági og eisini teir eru hart raktir av, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú brádliga hevur gjørt av, at hon ikki longur vil avgreiða skip, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit greiða frá í greinini sum nevnist: Vandi fyri at missa milliónir.

Johan Dahl sigur, at tað kann ikki bera til, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal sleppa at kvetta beinini undan eini heilari vinnu við einum pennastroki.

Hann sigur, at hann hevur spurt eftir, hvørja heimild, Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur at steðga virkseminum so brádliga, men enn hevur hann ikki fingið svar.

- Mín meting er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki heimild at taka eitt so ógvusligt stig og tí er tað vert at umhugsa møguleikan at krevja endurgjald fyri mista inntøku.

Hann heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur rætt og slætt skyldu til at avgreiða skipini, sum koma.

Hann sigur, at tey hava roynt at kært avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri Vinnumálaráðnum.

- Men tann, sum viðgerð kæruna fyri Vinnumálaráðið, er ongin annar enn Peter Østergaard, sum eisini arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hóast hann er virkandi landsdjóralækni.

Johan Dahl góðtekur ikki, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan soleiðis sleppur at viðgera kærir um seg sjálva og í øllum førum ætlar hann at kæra til Løgtingsins Umboðsmann, tí soleiðis hann ein almennur myndugleiki ikki bera seg at.

Hann sigur, at tað er óskiljandi, at myndugleikarnir ikki hava fingið hesi viðurskiftini í rættlag og sett skipanina í gildi, so at skipini kundu verðið avgreitt, sum vanligt.

- Sum støðan er nú er tað vinnan sum bløðir fyri, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Vinnumálaráðið ikki hava syrgt fyri at hava síni viðurskifti í ordan.

- Myndugleikarnir hava sovið í tímanum og tað kostar vinnuni milliónir, tí skipini sleppa ikki longur at leggja upp í Føroyum, men mugu sigla framvið og leggja helst upp í Niðurlondum ella onkrum øðrum ES landi.

Hann stúrir fyri, at er hesin marknaður fyrst dottin niðurfyri, verður tað ógvuliga stríggið at byggja hann uppaftur og tí kann talan vera um ein vinnnuveg, sum er mistur í allar ævir.

Johan leggur eisini dent á, at hann fekk onga fráboðan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og at hann onki fekk at vita um málið, fyrrenn talan var um, at eitt skip skuldi koma fyri kortum, tí tað er ikki fyrrenn nú, at vertíðin byrjar av álvara.

Les eisini greinina: “Vandi fyri at missa milliónir” og greinina “Johan Dahl ætlar at klaga” og greinina “Koma í ringt orð úti í verðini”