- Endamálið er gott og tí havi eg meldað meg til.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Og tað, hann hevur meldað seg til, er at súkkla úr Danmark til París næsta summar.
Johan Dahl verður nevniliga ein av súkklarunum á føroyska Team Rynkebyliðnum, sum næsta summar fer undir tað krevjandi uppgávuna at súkkla heilt úr Danmark til París við tí endamáli at savna pening saman til børn við Krabbameini.
- At kunna vera við til at savna pening inn til børn við krabbameini, og at lætta um gerandisdagin hjá teimum, er eitt gott endamál, sum eg fegin vil vera við til at stuðla. Tí meldaði eg meg til, sigur landsstýrismaðurin.
Hann hevur í eina tíð vant í venjingarmiðstøðum, so hann metir seg vera væl fyri.
- Eg havi ikki útvegað mær eina súkklu enn, men tað verður í næstu framtíð, at vit eisini fara undir venjing á súkklu, sigur Johan Dahl.
Nú hevði føroyska Team Rynkeby liðið í summar eina tiltikna harða og strævna ferð við nógvum vindi og oysandi regni at kalla hvønn dag.
Men tað ræðir ikki Johan Dahl.
- Tað taka vit, sum tað kemur. Tað, sum hevur størstan týdning, er at vera í nóg góðari venjing til at klára túrin. Og tað meti eg avgjørt, at eg eri, sigur Johan Dahl.
Á føroyska Team Rynkeby liðnum í summar vóru 33 súkklarar. Men næsta ár verður liðið næstan tvær ferðir so stórt, tí tá vera heili 50 súkklarar á føroyska liðnum, umframt hjálparfólk.
Les eisini: Hesir føroyingarnir fara at súkkla til París
Eftir reglunum skulu ikki allir súkklararnir á liðnum verða nýbyrjarar og tí verða eisini einir 15-20 súkklarar við, sum hava súkklað áður.
Ein av teimum, sum var við í ár, og sum eisini verður við næsta ár, er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Sostatt verða bæði formaðurin og næstformaðurin í Sambandsflokkinum við á føroyska Team Rynkebyliðnum næsta ár.
Les eisini: Børn við krabbameini fingu 970.000 krónur
Føroyska Team Rynkebyliðið í ár kláraði at savna 970.000 krónur saman til børn við krabbameini og familjur teirra og tá ið gávan varð handað, varð sagt, at ætlanin er avgjørt ikki, at liðið næsta ár skal standa aftan fyri liðið í ár.