Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í dag svarað landsstýrismálanevndini uppá kæruna um fyrisiting av Strandfarðarskipum Landsins í 2013.
Meðan landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið bæði taka nakað av atfinningunum til sín, so heldur Johan Dahl, at hann hevur fyrisitið málið um fíggjarligu støðuna á SSL á lógligan hátt.
Johan Dahl sigur í skrivinum, at hvørki hann sjálvur ella Vinnumálaráðið vóru vitandi um, hvussu víðfevnt fíggjarliga óskilið á SSL var, og hetta framgekk heldur ikki í tí grannskoðara roknskapinum og roknskaparprotokollunu, sum landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið fyri halda seg til.
Les eisini Eingin avgerð um Johan Dahl fyrrenn í heyst
Upplýsningarnir frá SSL um fíggjarligu støðuna vóru óálítandi og Vinnumálaráðið arbeiddi tí á skeivum grundarlag, sigur Johan Dahl.
- Hetta, at heldur ikki ríkisgóðkenda grannskoðanin var nøktandi, avmarkar í sera stóran mun møguleikarnar hjá landsstýrismanninum og aðalráðnum at útinna sítt eftirlit við stovninum. Tað er órímiligt at vænta, at vit skulu vera grannskoðarar hjá grannskoðanini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Johan Dahl tekur samanum og sigur, at orsaka av óálítandi og skeivum upplýsningum frá SSL og av tí, at grannskoðanin, sum yvirskipaða eftirlitið verður grundað á, ikki var nøktandi, var eftirlitsuppgávan hjá honum og vunnumálaráðnum “meira enn ómetaliga trupul at útinna”
- Nakrar av atfinningunum frá løgtingsgrannskoðarunum taka vit til okkum, men málið er fyrisitið á lógligan hátt, sigur Johan Dahl,
Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, segði við in.fo í gjár, at neyvan kemur nevndin til nakra niðurstøðu í málinum fyrr enn í heyst.