Johan Dahl skjýtur arbeiðið í gongd

Um eina løtu fer Johan Dahl, landsstýrsmaður í vinnumálum at lata fyrsta skotið av til leingjanina av flogvøllinum í Vágum.

Í løtuni er samkoma á flogvøllinum í Vágum. Arbeiðið at leingja flogvøllin til 1799 metrar fer nú í gongd, og í tí sambandi fer Johan Dahl, landsstýrismaður, at lata fyrsta skotið av nú klokkan 14:30.

Eftir tað verður móttøka í farstøðini.

Tað er byggifyritøkan J&K Contractors sum hevur fingið arbeiðið at leingja flogvøllin.

Arbeiðið fer at kosta 131 mió krónu, og eftir ætlan skal tað vera liðugt við árslok komandi ár.

Hetta er kortini ikki einasta arbeiðið sum skal gerast har vesturi. Nýggj innflúgvingartól og annað verður eisini gjørt í hesum sambandi.