Johan Dahl skal greiða frá um dioxindálking

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður hevur sett Jóhan Dahl, landsstýrismanni fyrispurning um dioxindálking í føroyskum matvørum.

Í viðmerking til grein 52 fyrispurningini sigur Bjørn Kalsø, at dioxin verður flokkað sum sera vandamikið giftevni, ið serliga stava frá vánaligari brenning ella bleiking við klori.

- Javnan hoyra vit uttan úr heimi um sonevndar dioxingølur. Dálkaður matur verður tikin av hillunum, og húsdjór, ætlað til mannaføði, verða tikin av. Oftast er dálking á landi orsøk til, at vandamikla evnið umvegis gras, grøði og annað fóður kemur í landbúnaðarvørur, men fiskavørur kunnu sjálvsagt eisini innihalda ov nógv dioxin orsakað av dálking. Hjá grannum okkara fyri vestan ? Íslandi - hevur slík gøla fyri kortum havt við sær, at bøndur í einum ávísum øki hava verið noyddir at taka av neyt og seyð. Nýliga hava vit eisini frætt um trupulleikar av sama slagi bæði í Týsklandi og í Danmark, sigur Bjørn Kalsø.

Keldan til dioxindálkingina í Íslandi er í ítøkiliga døminum - útlát frá eini gamlari brennistøð. Landbúnaðarvørur, framleiddar á leiðini, eru síðan av matvørumyndug¬leikunum har vrakaðar sum mannaføði, tí dioxininnihaldið er oman fyri loyvd markvirði.

Spurningurin um dioxindálking hjá okkum varð viðgjørdur, tá brennistøðirnar í Havn og á Hagaleiti fóru undir at brenna rusk. Síðan hevur lítið og einki verið at hoyrt um spurningin. Tí vil Bjørn Kalsø nú hava landsstýrismannin at svara hesum spurningum:

1. Hvat gera føroyskir matvøru- og umhvørvismyndugleikar fyri at kanna innihaldið av dioxini í matvørum?

2. Kunnu somu myndugleikar veita brúkarum í Føroyum trygd fyri, at matvørur á marknaðinum ikki hava ov høgt dioxininnihald? (hugsað verður bæði um føroyskar og innfluttar matvørur)

3. Verður nakað gjørt við at kanna dioxindálking í eitt nú djóra- og fiskafóðri, kjøti, øðrum landbúnaðarvørum og lendi í Føroyum?