Johan Dahl sissar tey óttafullu

Hurðin verður ikki latin upp á víðan vegg fyri útlendingum

- Vit fara at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða. Men vit lata ikki hurðina upp á víðan vegg.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sissar tey, sum stúra fyri ætlanina hjá samgonguni at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til Føroya at atbeiða.

 

Øðrumegin hava arbeiðsgevarar víst á, at í nógvum førum er tað vónleyst at fáa skikkaða arbeiðsmegi, serliga handverkarar, og tað kostar samfelagnum, og vinnuni, nógvar pengar í óneyðuga høgum prísum.

 

Hinumegin hava verkamannafeløgini í Samtaki víst á, at so leingi tað eru yvir 1000 arbeiðsleys í Føroyum, kann tað ikki verða talan um at gera tað frítt hjá útlendingum at koma higar at arbeiða.

 

- Eg havi nú havt fund við Samtak og har hava vit ruddað nakrar misskiljingar av vegnum, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at samgongan ætlar als ikki at gera tað frítt hjá útlendskari arbeiðsmegi at koma til Landið.

 

Sum nú er, er støðan tann, at so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5 prosent, skal tað vera loyvt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin.

 

Men er arbeiðsloysið yvir 3,5 prosent, skal útlendsk arbeiðsmegi útihýsast.

 

Her verður hugsað um arbeiðsmegi í ES londum, uttanfyri Norðurlond, tí norðurlendingar hava frítt at fara hjá hvørjum øðrum.

 

Í løtuni er arbeiðsloysið beint yvir 3,5 prosent, men hóast ætlanin er at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin, verður grundreglan framvegis, at útlendsk arbeiðsmegi verður útihýst.

 

- Men tað eru vinnugreinar, har stórt trot er á arbeiðsmegi, helst innan skipasmíð og innan handverk annars og tí verður neyðugt at fáa útlendingar inn at manna tey arbeiðini, har føroysk arbeiðsmegi ikki fæst, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at nú skal ein listi gerast yvir vinnugreinar, har so mikið stórt trot er á føroyskari arbeiðsmegi, at tað verður loyvt at fáa útlendingar hendavegin at manna tey størvini.

- Tað verður framvegis ikki loyvt at fáa útlendska arbeiðsmegi higar til vinnugreinar, har nóg mikið av føroyskari arbeiðsmegi er, staðfestir Johan Dahl.

 

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at tey eru væl nøgd við fundin við Johan Dahl.

 

- Hann hevur vissað okkum um, at endamálið er ikki at avtaka allar forðingar. Endamálið er, at tað skal bara vera loyvt at fáa útlendska arbeiðsmegi higar til tær vinnur, har tað ikki ber til at fáa føroyingar, sigur Sonja Jógvansdóttir.