Hóast veðrið hevur verið skiftandi á Føroya Sjómannadegi, so hevur hópin av fólki verið á vitjan í Klaksvík og tær mongu ymsiku kappingarnar hava verið væl vitjaðar.
Børn hava róð við jollum, siglt við skjótgangandi bátum, vitja umborð á Brimli, har kokkurin bjóðaði karamellir, vaflur og hópin av kakao.
Fólk hevur verið framvið hjá kavbátinum, hava keypt sær ein kaffimunn, vaflur ella ein búff - Ja, har er so nógv at velja í. Men at práta og hitta fólk í lotinum, sum nú móti kvøldi kennist lýggjari - tað er eisini deiligt.
Kl. 10.00 varð dekkað upp til tað stóra kaffiborð á Stangabrúnni. Men av tí at tað regnaði ta løtuna, var borðið flutt inn í tað stóra teltið.
Kl. 10:45 beyð Gunvá við Keldu, borgarstjóri vælkomin og tá var aftur av fagrasta veðri. Borgarstjórin fegnaðist um tær eldsálir, sum stóðu aftanfyri hetta serliga tiltakið, sum øll hava tiki til sín - Føroya Sjómannadag. Tí sjómaðurin kundi ikki virðast nóg mikið - teir eru við til at bera tað vælferð, land okkara er signað við.
Síðani kom Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum upp á pallin fyri at seta Føroya Sjómannadag. Greiddi frá týdninginum av sjóvinnuni og teimum ymisku settningunum, politiska skipanin stendur fyri dagliga fyri at fáa øll tað besta. Landsstýrismaðurin helt at sjóvinnan umvegis Føroya Sjómannadag eisini varð sett í tað mæti hon hevur uppiborið. Eisini hann fegnaðist um tað megnar arbeiði, ið lagt verður í Føroya Sjómannadag.
Eftir setanina kom Bjørn Kalsø, løgtingslimur á pallin at handan heiðursplátu til bestu skip og bátar í Føroyum farna árið.
Árni Gregersen frá Skipalistanum tók síðani orðið, har spurnakapping SkipalistaQuizzin varð sett í gongd.
Og síðani komu allar hinar kappingarnar føroyameistarakapping í eplaflising, kasta lodd, halda dregg, sjómanstak, togtogan o.m.m.
Orð og myndir: Dávur Winther