– Tað verður neyðugt, at fáa hesi greiði á hesum. Tí fáa vit ikki tað, standa vit við ein stórum trupulleika tann fyrsta januar. Og tað er ein trupulleiki, eg ikki ætli mær at standa við.
Tað gjørdi Johan Dahl greitt í Løgtinginum í morgun, nú Løgtingið er farið undir at viðgera uppskotið hjá samgonguni um at broyta fiskivinnuskipanina.
Johan Dahl sigur, at samstundis sum fiskivinnuskipanin verður broytt, verður tað eisini neyðugt at samtykkja eina lóg fyri, hvussu landskassin skal fáa sín part av inntøkununum burtur úr fiskivinnuni.
Hann sigur, at tað er ikki ein partur av uppskotinum, sum nú fyriliggur og tí vil hann hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at gera eitt uppskot um, hvussu fiskivinnan skal skattast.
Og tað uppskotið skal leggjast fyri Løgtingið nú, og tað skal samtykkjast samstundis sum lógin um at broyta fiskivinnuna, verður samtykt.
– Eg ivist í um uppskotið um at broyta fiskvinnuna yvirhøvur verður samtykt, er tað ikki samstundis greitt, hvussu landskassin fær sín part, segði Johan Dahl.
– Í mínari verð er tað avgerandi, legði hann afturat.
Her hugsar hann eisini um, hvussu landskassin kann fáa sín part, tá ið kvotur og fiskirættindi verða seld.
Hann sigur, at verður fiskivinnulógin samtykt, uttan at Løgtingið eisini samtykkir eina skattalóg, sum tryggjar inntøkurnar hjá landskassanum, fáa vit ein stóran trupulleika.
Og tað er ein trupulleiki, eg ikki ætli mær at standa við, gjørdi løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, greitt í Løgtinginum í morgun.
Hann vil eisini hava trygd fyri, at ein skipan verður gjørd, sum ger, at eisini onnur vinnulívsfólk, sleppa upp í fiskivinnuna, so at tað ikki bara eru teir verandi reiðararnir, sum fara við øllum fiskiríkidøminum.
– Øll skulu hava atgongd til okkara rávøru, sigur Johan Dahl.
Johan Dahl heldur eisini, at tað er stak óheppið, at Løgtingið nú skal skunda eina lóg ígjøgnum tí hon skal koma í gildi á nýggjárinum, tí so er vandi fyri, at hon fær orðingar, sum ætlanin ikki var, at hon skuldi hava. Og hann vil eisini hava trygd fyri, at tað ikki hendur.