Johan Dahl rennur ørindi fyri arbeiðsgevarar

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, gongur ørindi fyri arbeiðsgevararnar, nú hann vil hava Løgtingið at samtykkja, at tá ið fakfeløg fara í verkfall, skulu tey boða frá nakrar dagar frammanundan.

Tað halda Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum nú biðja Løgtingið sleppa ætlanini.

- Hetta man vera størsta álop á fakfelagsrørsluna seinastu nógvu árini, leggja tey afturat.

Tey bæði feløgini ásanna, at í fleiri ár hava arbeiðsgevararnir roynt at fáa feløgini at góðtaka eina fráboðanarfreist.

Tað hava summi fakfeløg góðtikið, men tað hevur verið partur í vanligu samráðingunum.

- Hetta hevur altíð verið ein partur av vanligu samráðingunum og tí er tað illa umhugsað av landsstýrismanninum at biðja Løgtingið áseta eina tíðarfreist við lóg.

Men tey bæði feløgini halda, at tað heilt alvorliga er, at í løtuni er Fasti Gerðarrætturin í ferð við at viðgerða spurningin um fráboðanarfreistir og stigið hjá Johan Dahl er sostatt ein beinleiðis uppílegging í eitt ávíst rættarmál.

Feløgini vísa eisini á, at tað eru ikki nógv verkføll í Føroyum, men verður tað kravt, at tey skulu fráboðast fleiri dagar frammanundan, er vandi fyri, at tey verkføll, sum eru, fara at vara nógv longri enn annars, tí arbeiðsgevararnir fara ikki at føla somu ábyrgd at fáa enda á tí.

Tey sipa til, at skal verkfall fráboðast frammanundan, hava arbeiðsgevarar altíð góðar stundir at fyrireika seg til verkfallið, og so er ikki sama trýst á teimum at samráðast um eina loysn.

Tey bæði arbeiðarafeløgini vísa eisini á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir um ein fastan gerðarrætt, men skal verkfall nú fráboðast frammanundan, er tað at leggja seg út í semjuna um fasta gerðarrættin og so er vandi fyri, at øll skipanin við fasta gerðarrætti dettur niðurfyri.