Hetta er bílagt arbeiði! Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er sannførdur um, at nýggjasta ætlanin hjá Johan Dahl, er bílagt arbeiði frá reiðarum, og at landsstýrismaðurin sostatt rennur ørindi fyri teir. Johan Dahl ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið um at linka krøvini til manningarnar umborð á skipum. - Vit síggja ongar sakligar grundgevingar fyri at linka krøvini, sigur Páll Hansen.
Eftir ætlanini skal tað hereftir bera til hjá Sjóvinnustýrinum at skriva eitt skip fyri at hava minni motorstødd, enn almenna talið frá motorverksmiðjuni vísir. - Soleiðis kunnu krøvini um maskinmanning og maskinførleikar linkast, sigur hann.
Í dag er lógin orða soleiðis, at ”orkan verður ásett grundað á royndarflatutalvuna hjá motorverksmiðjuni, og verður hon at seta í siglingarloyvisbrævið og manningarskjalið” sum tað stendur. Men nú skal tað standa í lógini, at "Er framtøkumegin støðugt lækkað, kann henda skrivast í siglingarloyvisbrævið og í manningarksjalið eftir avgerð og ásettum treytum frá Sjóvinnustýrinum. - Við øðrum orðum skal tað bera til at biðja Sjóvinnustýrið um at skúgva upplýsingarnar frá verksmiðjuni um motorin, til viks.
Sostatt kunnu reiðarar bara biða Sjóvinnustýrið um at broyta almenna talið fyri motororkuna. Hetta skal bara tæna einum endamáli, nevniliga at reiðarin skal sleppa bíligari í maskinmanning, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum. - Tað kunnu vit yvirhøvur ikki góðtaka, og lógin bleiv í síni tíð broytt til verandi líki júst, fyri at byrgja upp fyri sovorðnum kreativum snildum, sigur Páll Hansen.
- Nú er ætlanin at bakka aftur í tíðina og fara yvir til norskar standardir við nógv linari krøvum til maskinmanning og maskinførleikar, enn vit hava. Hann ásannar, at Maskinmeistarafelagið hevur trupulleikar við ávísum reiðarum, sum ikki vilja góðtaka støðuna, sum hon nú er. - Teir brúka ikki ta manning, sum manningarlógin krevur eftir motorstøddini.
- Men ístaðin fyri at halda galdandi lóg, ganga tey á vinnumálaráðharran og Sjóvinnustýrið fyri at fáa lógina broyta, og tey tykjast fús at renna ørindi fyri hesar reiðararnar, sigur Páll Hansen.
|