Orka í fakligum og politiskum ljósi var á skránni á orkustevnu í Norðurlandahúsinum í gjár. Orkudepilin á Kambsdali skipaði fyri orkustevnuni, har bæði serfrøðingar og umboð fyri allar politisku flokkarnar vóru boðin við.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann lýsti viðurskiftini millum SEV og Johan Dahl, landsstýrismann í orkumálum, sum hevur roynt at lagt SEV fótonglar.
Hákun Djurhuus vísti á, at Johan Dahl meira ella minni í sjálvdrátti, er farin undir eina privatisering, har hann roynir at ognartaka stór virðir hjá SEV, beint ímóti ráðum frá síni egnu fyrisiting.
Hákun Djurhuus ákærdi Johan Dahl fyri konstant at hava kritiserað SEV og hava mótvirkað felagnum.
- Við beinleiðis boðum frá Johan Dahl hevur Vinnumálaráðið givið eitt treytað fyribilsloyvi til annan privatan at brúka byrgingarnar í Heygadali og á Mýrunum, sum annars er ogn hjá SEV, segði Hákun Djurhuus.
- Soleiðis sum vit hava upplivað hesa seinastu tíðina, so hevur landsstýrismaðurin verið nógv meira upptikin av støðuni kring SEV, heldur enn at samfelagið flytir seg í mun til áðurnevnda orku- og veðurlagspolitikkir landsins. Retorikkurin hevur verið, hvør skal eiga SEV, er nevndin í SEV kompetent, skulu net og framleiðsla skiljast sundur og nú eisini, um SEV skal privatiserast og/ella ognartakast, segði hann í framløgu síni, har hann eisini ákærdi landsstýrismannin fyri at reka vina- og kenningapolitikk, at ognartaka virðini hjá SEV og ganga beinleiðis ímóti síni egnu umsiting.










