Johan Dahl: Rúsan má fáa aðrar møguleikar

-Eingin ætlan er steðga enn. Vit hava sett SMS ætlanirnar á standby, men so má samgongan vísa á aðrar møguleikar hjá Rúsuni, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum. Løgmaður hevur heitt á landsstýrismannin við Vinnumálum, Johan Dahl, um at steðga ætlanunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins at lata ekslusivan handil upp í SMS.

Samgongufundur er mánadagin, og tá skal samgongan viðgera hetta málið.

-Eg havi nakrar hugsanir um, hvussu vit kunnu hjálpa Rúsuni at náa tí politiska kravinum, sum er álagt henni, og tað ætli eg mær at greiða samgonguni frá mánadagin, sigur Johan Dahl.

Hann heldur, at skal samgongan steðga ætlanunum hjá Rúsuni at lata upp í SMS, so noyðist samgongan at vísa á aðrar møguleikar hjá Rúsuni at náa tí politiska kravinum.

-Eg havi fleiri ferðir víst á, at samgongan noyðist at lækka avlopskravið hjá Rúsuni. Vil samgongan ikki tað, so mugu vit finna onkran máta, at náa avlopskravinum, sigur Johan Dahl.

Hann slær fast, at ætlanirnar um at lata upp í SMS enn ikki eru sleptar.

-Eg havi lovað løgmanni, at seta málið á standby, inntil samgongan hevur viðgjørt málið, men einki er slept enn, sigur Johan Dahl.