Johan Dahl og Løgmaður gera einki

Teir taka ongi stig fyri at bøta um umstøðurnar hjá útlendsku sjómonnunum við Anitu

Hvørki Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ella Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fara at taka nøkur stig fyri at bøta um korini hjá útlendsku fiskomonnunum við Anitu.


Teir vísa báðir á, at talan er um danskt málsøki og hetta er sostatt eitt mál, danskir myndugleikar skulu avgreiða


Fyrr í dag heitti Hendrik Old, tingmaður, á løgmann um at tryggja, at indonesisku fiskimenninir við Anitu fingu eina rímiliga hýru við sær heimaftur.


Les eisini: Nú má løgmaður upp í leikin


Og samstundis heitti Fiskimannafelagið á Johan Dahl um at bíðja við at senda teir heim, til full greiða var fingin á øllum viðurskiftum,


Les eisini: Skulu ikki sendast av landinum enn


Løgmaður boðar nú frá, at hann heldur ikki, at umstøðurnar hjá útlendsku sjómonnunum, ið hava verið við Anitu, hava verið sømiligar.

 

- Persónliga hava seinastu vikurnar verið svárar hjá teimum. Støðan hjá útlendsku sjófólkunum rakar eisini okkara umdømi sum sjófarandi tjóð, sigur hann.

 

- Eg kann ikki annað enn geva Henriki Old rætt í, at støðan er ikki nøktandi. Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, at útlendingar her á landi ikki hava lokið krøvini til arbeiðs- og upphaldsloyvi. Sum sjófarandi tjóð eiga vit at gera okkara til, at slíkar støður endurtaka seg, sigur løgmaður.

 

- Tað eru greiðar mannagongdir, ið verða fylgdar, tá ið útlendingar, sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvið í lagi, skulu av landinum.

 

- Tað eru ríkismyndugleikarnir, ið varða av útlendingamálum, og tað eru eisini teir, ið handfara málini eftir galdandi reglum og mannagongdum.

 

Løgmaður sigur, at rindar útlendingurin ella arbeiðsgevarin í slíkum førum ikki rindar fyri ferðina og annað tílíkt, er tað danski staturin, sum tekur um endan.

 

- Staturin leggur síðani samsvarandi krav móti arbeiðsgevaranum, ið hevur fingið útlendingarnar hagar, sigur løgmaður.

 

Johan Dahl sigur, í svari til formannin í Fiskimannafelagnum, at hann hevur fult álit á, at donsku myndugleikarnir taka sær av málinum á fullgóðan hátt.

 

- Høvuðsgrundgevingin hjá Johan Dahl fyri ikki at taka málið upp er, at tað vildi verið órættvíst mótvegis øllum øðrum útlendingum, sum á hvørjum ári verða sendir av landinum, tí teir ikki hava neyðugu loyvini at vera her, sigur Johan Dahl við Fiskimannafelagið.