Johan Dahl: Manuskriptið til fullkomna sjónleikin

? Tók Høgna Hoydal 11 dagar at skriva

Løgtingsmaður
Johan Dahl
Tað er heilt ótrúligt sum cand.commarin hjá tjóveldinum má halda at Føroya Fólk verða bláoygt.
Sum vit øll sóu í Degi og Viku týskvøldið, so var manuskriptið lagt til rættis í detaljur, við replikkum, høvuðsleikarum og statistum og ørðum marionetsdukkum, sum á ymsan hátt skuldu proklamerað »endurføðingina« hjá tí, sum einaferð bleiv nevnd fullveldissamgongan.
Enn einaferð hava hesir gjørt seg til láturs í eygum fólksins, men tað sær ikki út til at rína á teimum, alt verður sligið upp í glens og bagateliserað, og sjónleikurin Sirkus Tinganes heldur áfram fyri opnum teppi - soleiðis sum Annfinn og vinmenn (altso sangarin Anfinn & vinmenn, so beinrakið sungu fyri árum síðani).
Ikki tí, neyvan nakar hevði væntað annað, enn at Fólkaflokkurin enn einaferð fór at draga tjólveldisgarduna eftir hárunum upp á pláss
Klípurnar báðar - Miðflokkurin og Sjálvstýrarin hava ikki tað stóra at skulu hava sagt annað enn at verða tað reina kitt, makka rætt, goyggja eitt sindur av og á fyri at tilfredsstilla baklandið og fjølmiðlar, og so er alt sagt - teir halda at nú stendur væl til aftur í føroyskum politikki.
Landsantikvarurin og onnur »pínlig« samgongumál skulu nú tigast og gloymast burtur, og Heini O. Heinesen man ivaleyst eisini ein av næstu døgum taka sítt mál um brotying í § 8 í lógini um vinnuligan fiskiskap afur og so er aftur »fryd og gammen« og syngjast kann »bíða bara inntil næstu ferð, inntil næstu fer í vit klórast«.
Tann einasti sum njótir gott av øllum hesum hurlivasa er Fólkaflokkurin - hetta leggur eitt roykslør yvir teirra »politikk«.
Show hava vit fingið nokk av og tað skortar ikki upp á undirhaldarar í samgonguni - men politikkur er ikki til at fáa eyga á - tað mugu sjálvt teir grammastu fullveldisveljarirnir ásanna.
At veljarin fær tað sum nevnist »politikara-leti« tað sigi eg teir ikki ringar fyri, tí tað sum fyrigongur seg á politisku arena?ini er stór skomm og niðurbrýtur alt álit á politisku skipanina.
Mál teirra er nú skjótast tilber at fáa avgreitt øll tingmál og fáa tingmenn heim , tí so hava teir fáa »arbeiðsfrið« og frítt slag til ólavsøku og kanska 2-3 mánaðir framm afturat.
Eitt av aðalmálunum av sera stórum týdningi fyri samgonguna og sum má loysast er uppskotið um hjá Anfinn Kallsberg og hansara monnum, enn einaferð at royna at fáa eftirlønina til landsstýrismenn upp á pláss og avgreidda í hesi tingsetuni, so kunnu teir slappa av.
Annars er mín metan, at Anfinn Kallsberg ivaleyst man ætla sær at sleppa endanum um ikki so langa tíð - onkur fuglur hevur sungið um stjórasess, sum kanska verður fríur um ikki so langa tíð orsakað av, at sitandi stjórin er komin til eftirlønaraldur - so hvat hevði verið meira passandi, enn at ein sitandi løgmaður avloysur ein fyrrv. løgmann ? livst so spyrst.
The Show must go on ? fyri einhvønn prís fyri Tjóðveldisflokkin, sjálvt um teir eftirhondini eru blivnir ikki sørt láturligir í føroyskum politikki.