Johan Dahl má fáa skil á siglingini hjá Smyrli

Sirið Stenberg vil hava johan Dahl at tryggja Smyrli fleiri havnir at velja ímillum, tá ið hann ikki sleppur at í Havnini

- Støðan á suðuroyarleiðini er í løtuni ótolandi.

 

Sirið Stenberg vil nú hava Johan Dahl at tryggja, at Smyrli fær fleiri havnir at velja ímillum, tá ið hann ikki sleppur at í Havnini.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

 

Nú tekur hon samferðsluviðurskiftini hjá suðuroyingum upp á politiskt stig.

 

Tí reisir hon nú málið í Løgtinginum har hon spyr landsstýrismannin í vinnumálum, hvat hann ætlar at gera við støðuna.

 

Hon vísir á, at av tí at Smyril, vegna brek, ikki siglir við fullari megi, eru nógvar avlýsingar og seinkingar, og enntá er Smyril vendur suður aftur aftaná at hava ligið uttan fyri molan í Havn og ikki fingið lagt at.

 

- Óvissan, avlýsingar og seinkingar eru ein sera stórur bági fyri fólk og vinnuna.

 

- Dagliga ferðast fólk til arbeiðis bæði innanoyggja og úttanlands, fólk skulu í læknaørindir, lestrarørindir, vinnan skal hava farm til og frá og mangt annað.

 

- Samferðslumøguleikarnir eru av alstórum týdningi fyri eitt framkomið samfelag, og eru ein fyritreyt fyri at liva og virka í einum oyggjasamfelag.

 

- Tað kann vera drúgv tíð at bíða til Smyril er umvældur, tí er bráðneyðugt at at Smyril fær fleiri havnir at velja ímillum, tá ið tað ikki er siglandi á Havnina, sigur Sirið Stenberg.