Johan Dahl: Kvinnur skulu brúka albógvarnar

Kvinnurnar hava sjálvar ein stóran part av skyldini fyri, at javnstøðan er so vánalig, heldur landsstýrismaðurin í javnstøðumálum

- Kvinnur skulu brúka albógvarnar meiri.

Soleiðis tók Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum turrisliga til á almennum fundi á Seglloftinum Tvøroyri mánakvøldið.

Javnstøðunevndin er farin at ferðast kring landið at halda fundi um javnstøðu og fyrsti fundurin var í Suðuroy mánakvøldið, har eini 20-30 fólk vóru møtt upp.

Á fundinum var nokk so nógv tosað um, hvussu tað ber til, at tað ikki er fleiri kvinnur frammi í vinnulívi og, ikki minst, í politikki.

Í hesum sambandi staðfesti landsstýrismaðurin, at kvinnurnar mugu taka í egnan barm, tí tær eiga ein stóran part av trupulleikanum sjálvar.

Hann helt, at eitt er, at kvinnurnar eiga at gera meiri burtur úr at føra seg fram - ella brúka albógvarnar, sum hann tók til.


Kvinnur skulu velja kvinnur

Men so er tað eisini ein veruleiki, at tað eru fáar av teimum kvinnum, sum verða uppstillaðar til, sum fáa nóg mikið av atkvøðum til at verða valdar.

Og tað var eisini á hesum øki, at bæði Johan Dahl, og onnur, hildu, at kvinnurnar sviku hvørja aðrar.

- Tá ið kvinnur ikki velja kvinnur, hvør skal so gera tað, spurdi Johan Dahl.

Hann heldur, at kvinnurnar mugu fyrst og fremst hugsa um at velja kvinnur

- At kvinnur ikki velja kvinnur í størri mun enn veruleikin vísir at tær gera, sigur nokk so nógv um, hvussu teirra hugburður er til javnstøðu.

- Kvinnur mugu hugsa fyrst og fremst hugsa meiri um at velja kvinnur. Gjørdu tær tað, høvdu tær helvtina av løgtinginum.

Hann staðfesti eisini, at menn hugsa ikki so nógv um javnstøðu.

- Javnstøða fyllir ikki so nógv í hugaheiminum hjá monnum, segði Johan Dahl.


Eigur at bera til

Annleyg Lamhauge, sum er blaðstjóri á Kvinnu, staðfesti, at hjá kvinnum er vanligur hugburður, at tær fara ikki at velja eina kvinnu, bara tí at hon er kvinna.

Men hon helt, at serliga nú Føroyar eru eitt valdømi, átti at borið til at funnið eina onkustaðni, sum var verd at seta krossin við.

Hon nevndi eisini, at í Noregi er tað beinleiðis lógarkrav, at 40% av nevndarlimum skulu vera kvinnur.

Anna Mortensen, sum er ein oddakvinna í kvinnufelagsskapinum Valkyrjurnar í Suðuroy, vísti á, at á býráðsvalinum á Tvøroyri í november, var tað bara fimta hvør kvinna á Tvøroyri, sum valdi eina kvinnu til.

Hon spurdi, hvussu tað ber til, at ikki í minsta lagi kvinnur sjálvar, vildu hava kvinnur at taka avgerðir saman við monnunum.

- Merkir javnstøða onki fyri teirra lívsdygd, ella eru tær líkaglaðar og raðfesta onnur viðurskifti, spurdi hon.


Javnstøða í skúlarnar

Annars heldur Johan Dahl, at tað er neyðugt at fáa javnstøðu inn í skúlarnar og at gera neyðugt undirvísingartilfar um hetta.

Hinvegin staðfesti hann, at tað er eitt krav, at hugsað verður um javnstøðu, tá ið stovnar, nevndir og ráð hjá tí almenna skulu mannast.

Men tað hevur ikki gingið serliga væl at lúka hesar ásetingar, sjálvt um landsstýrið roynir sum frægast at tryggja javnstøðu í ráðum og nevndum.

Annars mælti Johan Dahl til varsemi í at lóggeva fyri javnstøðu, tí hann helt, at frægasta leiðin fram, er samskifti fyri at økja forstáilsi fyri báðum kynunum.

Annleyg Lamhauge vísti á, at javnstøða skal byrja í heiminum við uppalingini. Hon heldur, at gentur og drongir skulu uppalast eins, so at gentur sleppa við á fjall og á flot og at drongirnir byggja perlur.

Í hesum sambandi nevndi Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini, at nú er ein kanning sett kanning í verk fyri at vita um undirvísingartilfarið í 1., 2. og 3. flokki livir upp til javnstøðuhugtakið.