Johan Dahl kennir onki til nakra semju

- Eg kenni onki til nakra semju á kreppufundinum í samgonguni um ætlanina at gera Føroyar til eitt valdømi, sigur Johan Dahl, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum

- Eg kenni ikki til nakra semju í samgonguni um ætlanina hjá Edmundi Joensen at gera Føroyar til eitt valdømi.

Johan Dahl tvíheldur um, at spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi hevur ongantíð verið eitt samgongumál og tað verður aldrin eitt samgongumál.

- Ongin samangonga hevði nakrantíð blivið samd um hetta mál og tí er tað eisini rætt at tað er løgtingsformaðurin, sum vegna allar flokkar á tingið leggur málið fram, hann umboðar alt tingið og ikki bert samgonguna.

- Sostatt fer hvør tinglimur framvegis at atkvøða eftir egnari sannføring.

Johan Dahl sigur, at hann kennir onki til nakra semju, sum tað varð fráboðað at floksformenninir í samgonguflokkunum skuldi havt gjørt á kreppufundinum í samgonguni í gjár.

- Tann semja, sum Sambandsflokkurin gjørdi innanhýsis í gjár, er, at uppskotið hjá Edmund Joensen verður viðgjørt í Løgtinginum, sum vanligt.

- Aðrar semjur kenni eg ikki til og eg vænti ikki at formaður okkara fer at avtala annað enn tað sum tingmanningin avtalaði við hann ígjár, leggur Johan Dahl afturat.

Men Johan Dahl staðfestir eisini, at tað tykist sum um at løgmaður, og partvís eisini formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, hava hug at venda málinum á høvdið og at leggja nakað annað í tað sokallaðu semjuna enn tað, sum í veruleikanum liggur í henni.


Johan fylgir Edmundi

Eftir samgongufundin í gjár, kunngjørdu Løgmaður og Jørgen Niclasen, at semja var um, at Føroyar skulu ikki verða eitt valdømi á hesum løgtingsvalinum, men at Suðurstreymoy skuldi fáa ein tinglim afturat.

Men tað sær út til, at Løgmaður og fólkafloksmaðurin hava selt skinnið, áðrenn teir høvdu fingið lívið av bjørnini.

Tí Johan Dahl ger púra greitt, at hann ætlar at atkvøða fyri uppskotinum hjá Edmundi Joensen, akkurát, sum tað fyriliggur.

Men hann staðfestir eisini, at nú svarar hann bara fyri seg sjálvan og ikki fyri flokkin.

- Eg dugi ikki at síggja nakað sum helst endamál í at útseta ætlanina at gera Føroyar til eitt valdømi, sigur Johan Dahl.

- Tað er ikki til nakað sum helst gagn at drála við ætlanini, tí hugsa vit bæði um ætlanini at styrkja kommunubygnaðin, um at fáa abyrgdarbýtið millum land og kommunur greiðari og hugsa vit um ætlanina at fáa eina kommunala útjavningarskipan, hevur tað týdning at málið um at gera Føroyar til eitt valdømi, verður avgreitt beinanvegin.

- So koma hesi viðurskifti eisini upp á pláss tí tað er umráðandi fyri økini, sigur Johan Dahl.