Johan Dahl hevur einki frætt

Hóast álvarsligar ákoyringar um ivasom fíggjarviðurskifti, sum høvdu við sær, at Johan Dahl í vár mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður, hevur hann einki orð frætt aftur. Hvørki frá rættinum ella øðrum. Hin parturin í málinum sigur tað vera so torgreitt, at bíðað verður við viðmerkingum

Johan Dahl, fyrrverandi landsstýrismaður, metir tað sum púrgjørdan tramansskap, at hann mátti úr sessinum í Fiskimálaráðnum fyrr í ár. Síðan hevur hann hvørki hoyrt orð ella eið í tí málinum, sigur hann. Hin parturin i málinum sigur málið vera so torgreitt, at bíðað verður við viðmerkingum.
Mikið rok stóðst í vár av skuldsetingum, sum reistar vórðu móti Johan Dahl, nýútnevndum landsstýrismanni við fiskivinnumálum, um eitt ávíst mál, har róð varð framundir, at hann hevði gjørt ymsar fíggjarligar mønøvrur, sum kanska ikki vóru heilt í lagi. Málið endaði við, at løgmaður rak hann úr landsstýrissessinum.
Síðan hevur Johan Dahl ikki frætt eitt einsata petti um hetta málið, sigur hann. Og hann metir tað sum eitt politiskt átak móti sær.
?Eg eri sannførdur um, at alt hatta málið var politiskt. Ein manøvra frá politiskum mótstøðumonnum, sum partar av mínum egna flokki eisini vóru uppií, sigur Johan Dahl við Sosialin.
Johan Dahl heldur ikki, at hann fer at reisa nakað sakarmál um ærumeiðing í hesum førinum.
?Tað førir ikki til nakað annað enn, at alt verður rivið uppaftur, og eg og familja mín skulu gjøgnum sama runudíkið einaferð, enn. Og tað havi eg als ongan hug til, sigur hann.
Hinvegin udrast hann á, at einki frættist aftur, tá tað í vár var so umráðandi at fáa lýst hetta málið.
?Tað kann vera, at málið ikki er so greitt, sum tað var sett upp. At tað var Johan Dahl, sum var einsamallur var skálkurin í hesum, sum hent var, heldur hann.
Tað er ein søgulig sannroynd, at felag hansara, sum meginparturin av samfelagnum sum heild, fór á húsagang, ásannar hann. Men hann tvíheldur um, at hann hevur goldið øllum, hann skyldaði pengar, sín part aftur.
Ein annars týðandi persónur í málinum var Inge Kruse Jensen, sum er einkja eftir mann, sum var í handilsfelagsskapi við Johan Dahl.
Hon sigur við Sosialin, at hon veit ikki rættiliga, hvussu málið stendur í løtuni. Eitt sakarmál móti einum triðja persóni í handilsfelagsskapinum hjá Johan Dahl og manni hennara hevur júst veirð fyri í rættinum, men hon veit ikki úrslitið enn.
?Hetta er eitt so torskilt og fløkt mál, sum er sera ringt at fáa nágreiniligt innlit í, at eg vil helst einki siga enn, sigur hon í stuttari viðmerking við Sosialin.