Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur gjørt av at gevast í politikki.
Tað váttar hann fyri Sosialinum
Hetta merkir, at tá ið løgtingsval verður aftur, fer hann ikki at stilla upp aftur.
Í hesum sambandi staðfestir hann, at tað hevur ongan týdning um løgtingsval verður í næsta mánaði ella um tað verður síðst í 2015, tá ið hetta valskeiðið endar undir vanligum umstøðum.
Hevur gjørt sítt
Johan Dahl heldur, at nú hevur hann gjørt sína skyldu í politikki og í Sambandsflokkinum.
- Eg føli tað, at tá ið hetta valskeiðið er av, havi eg vónandi gjørt tað, eg skal í politikki og í Sambandsflokkinum.
- Eg eri komin í ein aldur, har tað kanska ikki er so lætt at fara í eitt vanligt starv aftur í prívata vinnulívinum.
- Men eg havi kortini gjørt upp við meg sjálvan, at hesi síðstu árini í mínum arbeiðslívi, havi eg tørv á, at gera okkurt annað enn at fáast við politikk.
- Eg havi eisini tørv á at fáa eitt vanligt lív aftur og eitt privatlív, eg kann verða kentur við, tí tað havi eg ikki havt, síðani eg fór upp í politikk.
Umhugsaði seinast
Johan Dahl sigur, at hann umhugsaði at fara úr politikki, seinast løgtingsval var í oktober.
Men tá kom hann til ta niðurstøðu, at hann vildi halda fram og royna at fáa arbeiðið liðugt, sum varð sett út í kortið.
Hann hugsar her um at skapa tryggar karmar um vinnuna, fiskivinnun og alivinnuna og hann hugsar um pensjónsskipanina.
Johan Dahl sigur, at tá ið hetta valskeiðið er runnið, heldur hann, at hann hevur gjørt tað arbeiðið fyri flokkin, hann kann.
- Tá vóni eg, at eg havi gjørt nøkur av teimum stórmálum liðug, sum eru sett á beding.
Tað hann hugsar um, at serliga hugsar um, er arbeiðið, sum er byrjað at útbyggja orkukervið so at vit vera leys av oljuni.
Hann hugsar um arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna og fáa hana í eina trygga og fasta legu og hann hugsar um framhaldandi at tryggja alivinnuna.
Og hann hugsar eisini um tær nýskipanir, sum eru settar út í kortið á pensjónsøkinum, skúlaøkinum, útbúgvingarøkinum og aðrastaðni
- Tað eru nýskipanir ið krevjast, at brynja samfelagið til at taka tær avbjóðingar, framtíðin ber í sær og vónandi eru tær eru komnar undir land, tá ið val verður aftur.
Og nú leingist honum eftir et fáa eitt vanligt lív aftur.
Johan Dahl veit ikki, hvat hann fer at gera, tá ið hann verður pensjóneraður politikari og hann veit heldur ikki, um hann verður verandi her á landi, ella um hansara framtíð liggur onkra aðrastaðni.
Tað er onki ávíst starv í eygsjón, sigur hann.
Johan Dahl er 52 ára gamalur. Hann varð valdur á ting í 2002 og hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður síðani.