Johan Dahl fulla ábyrgd av Strandferðsluni

– Tá ið landsstýrismaðurin á landsstýrisfundi kunnar um, at Strandferðslan fer at hava hall, og tá valdi einki at gera, so er beinleiðis tala um illvilja frá hansara síðu.

 

– Tá ið landsstýrismaðurin á landsstýrisfundi kunnar um, at Strandferðslan fer at hava hall, og tá valdi einki at gera, so er beinleiðis tala um illvilja frá hansara síðu.

 

Tað sigur Hans Peter Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni í viðmerking til tíðindini um, at løgmaður ikki fer at siga Johan Dahl úr starvi sum landsstýrismaður.

 

Les eisini: Johan Dahl verður ikki koyrdur frá

 

Hans Peter Joensen skrivar í viðmerking til greinina um løgmann, at tað eisini er talan um beinleiðis illvilja, tá ið aðalstjórin mánað eftir mánað góðkennir eitt hall á Strandfersluni í RGS (roknskapar-góðkenningarskipan), uttan at gera nakað.

 

– Tá meti eg, at tey revsirættarligu hugtøkini eru uppfylt: “alle der ved tilskyndelse, råd eller dåd har medvirket til handlingen“. Landsstýrismaðurin og aðalstjórin hava beinleiðis viðvirkað til hallið við ikki at biðja um eykajáttan, sigur Hans Peter Joensen.

 

Hann vísir á, at tað somuleiðis varð noktað Strandferðsluni at seta sparingar í verk.

 

– Harumframt undirfíggjaðu tey tilvitað Strandferðsluna við at kunna Fíggjarnevndina um, at tørvur var á 143 milliónum krónum, meðan tey bert bóðu um 139 milliónir krónur í játtan.

 

– Tey hava ábyrgdina, og tey vóru viðvirkandi til støðuna og fult greið yvir støðuna frá byrjan til enda. Men tey valdu at lata standa til og ikki at biðja um eykajáttan. Og nú hevur Løgmaður staðfest, at hetta bert var ein fótfeilur, sigur Hans Peter Joensen.