Tinglimir í samgongu og andstøðu halda, at framferðin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, er so óstortslig, at tað kann ikki góðtakast.
Hetta er seinasta gongdin í politiska kjakinum seinastu dagarnar, sum í stóran mun hevur verið merkt av einum sjáldsama harðligum orðadrátti ímillum Johan Dahl og nakrar tinglimir, bæði úr samgongu og andstøðu.
Atvoldin til atfinningarnar ímóti Johan Dahl, er at tá ið alt ikki gongur eftir vild hjá honum, hevur hann nakrar ferðir seinastu dagarnar verið rættiliga harðligur í sínum atfinningum ímóti tinglimum.
Seinast var nú løgtingið viðgjørdi eitt uppskot hjá Johan Dahl um trygd á sjónum og um at áseta eitt promillumark upp á 0,2 fyri sigling, akkurát, sum tað er fyri koyring.
Har vórðu tinglimir ikki samdir og hækkaðu promillumarkið fyri at sigla smáar frítíðarbátar upp í 0,5%.
Tað fekk øði í Johan Dahl og hann skuldsetti tinglimir fyri ikki at seta seg inn í málið og fyri at vrøvla.
Hann hevði eisini fyri eina meting frá sjóvinnustýrinum, sum kallaðu støðuna hjá løgtingslimum misvísandi, skeiva, ósamanhangandi og ósamsvarandi.
Eitt nú vísa tinglimir á, at er ætlanin at bjarga mannalívum á sjónum, er tað nógv meiri umráðandi at endurskoða kravið um trygdarútgerð enn at áseta eitt promillumark á 0,2.
Tað dugir landsstýrismaðurin ikki at síggja nakað serligt endamál í, tí trygdarútgerð umborð á smábátum er longu ásett í lógini,
Men nú skjóta tinglimir aftur og geva landsstýrismanninum av gróvfílini.
Ein av teimum, sum stóð fyri skotunum hjá landsstýrismanninum er Janus Rein, uttanflokkatingmaður og hann vil ikki góðtaka frontala álopið hjá landsstýrismenninar á nevndarlimir í vinnunevndini.
Hann staðfestir, at umborð á bátum undir 20 tons, sum er ein lutfalsliga stórur bátur, er bara krav um bjargingarvestar og tí er hann als ikki samdur við Johan Dahl í, at lógin er nøktandi á hesum øki.
Men Janus Rein heldur, at har átti krav at vera um flótifraktir, tí veruleikin er, at nógv tey flestu av teimum, sum farast á sjónum, doyggja í kulda.
- Tað er virkuliga niðurgerðandi at landsstýrimaðurin leikaði so í ímóti okkum, tá ið tað kortini vísir seg, at tað, vit skrivaðu, var rætt, sigur Janus Rein.
Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, kallar Johan Dahl fyri arrogantan, tí hann hevur týðiligan tendens at seta seg omanfyri løgtingið, hóast tað er hann, sum skal útinna løgtingsins vilja og ikki øvugt.
Bjarni Djurholm, eisini tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði, at framferðin hjá Johan Dahl er ein nýggj siðvenja, sum er komin inn á ting, tí tað, tinglimir fingu omanyvir seg landsstýrismanninum, var ein skortfleingja, sum teir ikki hava fingið fyrr í Løgtinginum.
Triði tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, Hanus Samró, gjørdi greitt, at hann var ikki stempulmaskina hjá landsstýrismanni.
Bæði Janus Rein, Jákup Mikkelsen og Bjarni Djurholm, vildi hava løgmann at greiða Johan Dahl frá, hvussu ein landsstýrismaður eigur at bera seg at.
Les eisini greinini niðanfyri