Hugburðurin hjá Johan Dahl er ófrættakendur!
Tað heldur Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum er komin í ódnarveður eftir at hann hevur givið til kennar, at eftir hansara tykki er lógin um alment innlit ov rúmsátt.
Áður hevur felagið Føroysk Miðlafólk hvassliga átala landsstýrismann og vildi hava løgmann at seta hann upp á pláss alt fyri eitt
Og í kvøld fær Johan Dahl eina ikki minni hvassa ábreiðslu frá Starvsmannafelagnum. Eisini Starvsmannafelagið vil hava løgmann upp í málið og tey vilja hava løgmann at taka frástøðu frá útsøgnini hjá Johan Dahl
- Sum ráðharri fjølmiðlanna eigur løgmaður at sláa fast, at talan verður ikki um, at skerja opinleikan og gjøgnumskygnið í almennu fyrisitingini, sigur Súni Selfoss.
Les eisini: Tann tvørligi opinleikin
Hann heldur, at rætturin til innlit í almennu fyrisitingina er eitt tað týdningarmesta amboðið í arbeiðnum hjá fjølmiðlunum.
- Uttan skjalainnlit ber illa til at tosa um veruligt pressufrælsið, sum sambært mannarættindasáttmálanum er ein grundfortreyt fyri øðrum frælsisrættindum í okkara fólkaræði, sigur Súni Selfoss.
- At skrúva tíðin aftur við at skerja rættin til alment innlit verður sum at innføra óbeinleiðis sensur, leggur hann afturat.
Les eisini: Innlit í almennu fyrisitingina
Hann ásannar, at umbønir um alment innlit geva umsitingini eyka arbeiði
- Og tað skulu tær. Arbeiði at veita alment innlit er minst líka týdningarmikið, sum alt annað arbeiði, sum embætisfólkini gera fyri Jóhan Dahl og hini landsstýrisfólkini.
Les eisini: Johan Dahl fær hvassliga átalu
- Arbeiði hjá fyrisitingini eigur at tola dagsins ljós og lógin tryggjar longu sum er, at opinleikin ikki verður so stórur, at tað umsitingarliga maskinaríið steðgar upp, sigur næstformaðurin í Starvsmannafelagnum.
|